Archive for June, 2012

Livandi heildarætlan á Bryggjubakka

Livandi heildarætlan á Bryggjubakka

Tórshavnar býráð samtykti í kvøld einmælt eftir tilmælið frá byggideildini og samtyktini hjá fíggjarnevndini og byggi og býarskiparnardeildini, at gera stórar broytingar í byggisamtyktini fyri øki niðri á Bryggjubakka t.e frá Skinnarasker/Rasmusarbrúgv.   Har skulu nú vera íbúðir, kaféir, matstova og handilsvirksemi. Vit hava saknað hetta leingið, tí er at fegnast um at nú er komið á mál við at […]

read more

Sparkivallar til Kollafjørð og til Svanga

Sparkivallar til Kollafjørð og til Svanga

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt, at tað skulu gerast 2 nýggir sparkivallar ein í Kollafirði og ein úti í Svanga í Tórshavn. Tað er byggi og býarskiparnevndin sum umsitir og staðsetir FIFA sparkivallarnar hjá Tórshavnar kommunu. Sum formaður í byggi og býarskiparnarnevndini eri eg sera fegin um hesa avgerð, tí hetta er ein sera gomul ætlan, sum nú endaliga […]

read more

KT: Tórshavnar kommuna – skal vera pappírsleys!

KT: Tórshavnar  kommuna – skal vera pappírsleys!

Tórshavnar kommuna skal vera pappírsleys og við skulu hava eina talgilda skipan! Málið um ein talgilda skipan, skal fyri aftur fyrst í komandi árið. Sum er brúkar Tórshavnar kommuna fleiri milliónir av pappíri um árið og um kommunan gerst meira talgild slepst undan hesum – og harvið eru vit eisini meira umhvørvisvinarlig sum kommuna. T er tann digitali ella talgilti […]

read more

Stórur dagur fyri H71 og Hoyvík!

Stórur dagur fyri H71 og Hoyvík!

Í gjár var reisigildi í samband við útbyggingina av Hoyvíkshøllini, tað gongur sera væl við arbeiðinum og arbeiði verður liðugt til hesa Ólavsøkuna. Útbyggingin er 500 fermetrar í trimun hæddum og J.K. Petersen stendur fyri arbeiðinum. Nú var eg til reisigildi og har var upplýst av forkvinnuni hjá H71 sum er Sunnevu Jakobsen, hon segði, at limatalið hjá H71 er […]

read more

Greinar mínar eru nú í digitalum formi. Sí her.

Greinar mínar eru nú í digitalum formi. Sí her.

Bæði heimasíðan og appurin hjá mær fáast nú í talgiltari útgávu, her er fyrsta royndin, sí her Open publication – Free publishing – More levi

read more

Petur F. Christiansen, er deyður.

Petur F. Christiansen, er deyður.

kelda.wwworshavn.fo. Á Ráðhúsinum veittrar Merkið í hálvari stong í dag. Fyrrverandi borgarstjóri, Petur F. Christiansen, er deyður. Petur F. Christiansen var føddur í Havn 22. september 1923. Foreldrini vóru Maren Elisabeth Vestina Holm Joensen og Petur Ferdinand Christiansen, bæði úr Havn. Pápin doyði av tuberklum áðrenn Petur varð føddur, og varð hann tí uppkallaður eftir pápanum. Petur F. var býráðslimur frá […]

read more

Miðbýarætlan skal fremjast

Miðbýarætlan skal fremjast

Tórshavnar kommuna tørvar eina heildar- og lantíðarbýarætlan um, hvussu Havnin – og serliga miðbýurin – skal skipast og síggja út í framtíðini. Í hesum sambandi hava vit um dagarnar uppliva eitt framúr gott projekt, sum fekk heitið “ Havnin innan fyri Stóragarð” um akkurát eina slíka miðbýarætlan, sum góðir menn sum Gunnar Hoydal og Hans Mortensen  standa á odda fyri.  […]

read more

Havnin innan fyri Stóragarð: Hetta mugu vit brúka og læra av!

Havnin innan fyri Stóragarð: Hetta mugu vit brúka og læra av!

Hans Mortensen, Gunnar Hoydal og aðrir góðir menn og kvinnur, hava gjørt eitt  framúr gott projekt, um hvussu Havnin serliga miðbýurin, skal síggja og byggjast í framtíðini. Hesar ætalanir kalla teir fyri ” Havnin innan fyri Stóragarð” Hetta arbeiði sum var framlagt í Norðurlandahúsinum herfyri, er sera kærkomið, arkitektoniskt flott og visionært arbeiði, sum hjá Tórshavnar kommunu kann nýta gott av. Okkum tørvar at faá lív í aftur miðbyin og her er nógv at læra av. Á teirra heimasíðu  www.havnin.com stendur soleiðis at lesa ” Í løtuni er mangt, sum bendir á, at hugmyndin av Havnini sum býi er um at broytast. Varhugin er vaksin við tiltøkum sum til dømis arkitekturdøgunum og fyrilestrunum í Norðurlandahúsinum um list í almenna rúminum og um býir fyri menniskju. Fólk í býnum eru farin at tosa saman, og býráðið heitir á borgararnar um at verða við í kjakinum um Havnina í framtíðini. Hetta, sum her verður lagt fram, er […]

read more

90 sekund

90 sekund

Sosialurin: 90 sekund við Levi Mørk, 1 juni 2012 Eg havi mong hjartamál í lokalpolitikki Levi Mørk valdi at stilla upp til kommunuvalið í 2008, tí hann saknaði tey bleytu virðini. Hann heldur, at sitandi býráðssamgonga hevur avrikað nógv stórmál í skjótt farna valskeiði, men hann hevur ikki enn tikið støðu til, um hann stillar upp aft Hvat fekk teg […]

read more

Sparkivølll og grillpláss við Svangá!

Sparkivølll og grillpláss við Svangá!

Sum formaður í byggi og byarskiparnarnevndini, eri eg sera fegin um at kunna upplýsa, at nú fær økið við Svanga í Tórshavn sítt frítíðarspælipláss, har tað skal gerast ein FIFA góðkendur  sparkivøllur og við grillpláss o.a. Hetta var einmælt samtykt á fundi hjá byggi og byarskiparnarnevndini í gjár. Fyri nógvum árum síðan varð uppskot gjørt til skipan av frítíðarøkinum úti […]

read more
Designed by WPZOOM
Plugin from the creators ofBrindes :: More at PlulzWordpress Plugins

Switch to our mobile site